Innanlands

Góvu fólki boð um at dempa tónleikin

Á Hvítusunnu skal vera friðarligt - eisini í býarlívinum

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2023-05-28 19:55 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Á Hvítusunnu skal vera friðarligt, og eitt nú er ikki loyvt at skipa fyri dansi Hvítusunnuaftan.

Kortini vóru nógv fólk í býnum í nátt, og sum heild tillagaðu tey seg til lógina. Løgreglan sigur, at tríggjar bøtur vórðu givnar fyri brot á skilhaldsreglurnar og eisini vóru tey úti og bóðu fólk um at dempa tónleikin.

Løgreglan kom fríggjadagin við hesari áminningini:

Nú Hvítusunna er fyri framman, vilja vit minna á reglugerðina, sum er galdandi í mun til "náttarlívi".

Í § 17, stk. 1-2 í matstovulógini eru ásettar almennu upp- og afturlatingartíðirnar fyri virksemi, sum er fevnt av lógini.

Afturat hesum eru tað í halgidagslógini ásettar avmarkaðar upp- og afturlatingartíðir fyri serligar dagar í árinum. Avmarkingarnar galda fyri tað, sum sambært lógini verður nevnt offentlige forlystelser. Offentlige forlystelser hevur politiið nágreinað, sbr. politiviðtøkurnar, sum dansur, konsertir, annar livandi tónleikur, sjónleikur, biografur, nektardansur (striptease) o.a., sum krevur loyvi frá politinum, tá talan er um fyriskipað tiltak, har atgongugjald verður kravt. Tónleikur úr hátalara fellur vanliga uttan fyri ásetingina, um ljóðið er so mikið spakuliga frá, at tað ikki órógvar almenna friðin, sbr. § 2 í halgidagslógini.

Politiið í Føroyum og Loyvisnevndin hava í felag gjørt eitt yvirlit yvir, hvussu tað er loyvt matstovum og skeinkingarstøðum, har almenningurin hevur atgongd, at hava opið serligar dagar í árinum.

Fyri Hvítusunnuna er hettar galdandi:

Hvítusunnuaftan (leygardag): Skeinking er loyvd fra kl. 11:00 til kl. 03:45 (sunnumorgun). Dansur oa. sum hoyrir undir "offentlig forlystelse", er loyvd til kl. 23:45.

Hvítusunnudagur (sunnudagur): Skeinking er loyvd fra kl. 11:00 til kl. 23:45. Dansur oa. er ikki loyvt sambært §4, sbr. § 2 í halgidagslógini.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder