Innanlands

Gøtusóparin avdúkaður

– Gøturnar hetjur í dag er manningin hjá Reinhaldinum. Tað er tann manningin, ið hvønn dag ger býin presentablan, sum hvønn dag ger, at vit vakna upp til eina reina og deiliga Havn gerandis og heilagt, segði borgarstjórin í Tórshavnar kommunu í røðu sínari, tá minnismerkið varð avdúkað

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

2022-07-25 14:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrrapartin klokkan 11 varð eitt minnismerki avdúkað við inngongdina til ráðhúskjallaran út móti Vaglinum.

Talan er um eina stálkonstruktión, sum vísir ein gøtusópara við kusti, sum er ein gáva til Havnina frá Havnar Arbeiðarafelag.

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu segði, at talan er um ein ógvuliga týðandi part av okkara søgu, sum flestu helst geva minni gætur, enn hann hevur uppiborið.

– Havnin skal skína. Reinur og fríður, Tórshavnar býur. Slagorðini hava verið fleiri og tiltøkini mong. Men eitt gongur aftur í øllum tílíkum tiltøkum. Tað er lítla liðið, vit í dag kalla Reinhaldið. Tað er liðið, sum svitaleyst tryggjar okkum, at vit hvønn einasta morgun vakna til ein reinan og snotiligan bý.

– Gøtusópararnir hildu til her í kjallaranum. Aftanfyri hesar lágu dyrnar her, segði borgarstjórin, sum helt, at tí var einki meira natúrligt stað at seta gøtusóparan enn uttan fyri dyrnar til teirra gomlu arbeiðshøli.

– At vera “gædefeiari” var eitt álitisstarv. Her minnast havnarfólk menn sum Jóin, Mortan Mørk, Bummuna, Kristian í Svínoy og aðrar. Hesir vóru býarmyndir fram til okkara tíð. Snimma á morgni tustu teir út úr kjallaranum her í gróthúsinum á Vaglinum við trillibørum, kusti og øðrum amboðum. Og áðrenn onnur høvdu fingið skógvarnar uppá vóru gøturnar reinar, ristir vóru reinsaðar og ruskíløtini vóru tømd, segði borgarstjórin.

– Tað snýr seg um sjálvsálit og um at hava virðing fyri egnum arbeiði og at gera sítt arbeiði til fulnar. Og fyri øll okkum onnur snýr tað seg um at síggja og fata, at her er talan um eitt týdningarmikið yrki, ongin av okkum kann liva fyriuttan. Gøturnar hetjur í dag er manningin hjá Reinhaldinum. Tað er tann manningin, ið hvønn dag ger býin presentablan, sum hvønn dag ger, at vit vakna upp til eina reina og deiliga Havn gerandis og heilagt.

Gøtusóparamyndin er ein ætlan hjá starvsfólkum hjá Tórshavnar kommunu, sum hava gjørt hugskotið, staðið modell og teknað, meðan Skipasmiðjan MEST hevur skorið gøtusóparan úr cortenstáli. Jann Kann hevur sett upp.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder