Mentan

Gøtu Kirkju Ungdómskór tvær summarkonsertir hesa vikuna

Fyrra konsertin verður í Hátún í Havn í kvøld, og tann seina verður í Gøtu kirkju sunnukvøldið

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-06-23 14:19 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hesa vikuna fer Gøtu Kirkju Ungdómskór at hava tvær konsertir.

Fyrra konsertin verður í kvøld klokkan 19 í Musikkskúlahøllini Hátún í Havn, og seinna konsertin verður sunnukvøldið klokkan 19 í Gøtu kirkju.

Skráin er, sum altíð, bæði fjølbroytt og krevjandi, men kórið metir eisini at hon er sera áhugaverd. Kórið hevur eitt heilt serligt verk í ermuni, sum ikki hevur verið framført í Føroyum áður. Eisini verða onkrir spirituals og føroysk kórverk á skránni, og størri altjóða kórverk, verður sagt í tíðindaskrivi.

Konsertin er ein liður í fyrireikingararbeiðinum hjá kórinum til kórferðina til Riga í august.

Báðar konsertirnar eru ókeypis.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder