Innanlands

Gongur væl við verkætlanini í Vágsbotni

Arbeiðið skal vera liðugt 4. juli.

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Tórshavnar kommuna)

2022-06-03 13:40 Author image
Sverri Egholm

Tað gongur væl við verkætlanini í Vágsbotni, har vegurin gjøgnum økið verður lagdur í ein boga rundan um eitt miðsavnandi uppihalds- og marknaðartorg. 

Vegurin er nú asfalteraður og uppmerktur og p-pláss eru gjørd.

Hetta er ikki ein endalig loysn, men ein royndarverkætlan, sum skal eftirmetast, sigur Tórshavnar kommuna.

Fyrrapartin vóru Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Tróndur Sigurðsson, formaður í byggi- og býarskipanarnevndini og teknisku nevnd og sýnaðu arbeiðið í Vágsbotni.

Arbeiðið gongur eftir ætlan og skal vera liðugt 4. juli. Kommunan heitir á øll ferðandi í økinum at sýna tolsemi og at vísa varsemi, meðan arbeiðið fer fram. Tórshavnar kommuna stendur fyri arbeiðnum, sum verður gjørt av feløgunum Valaverk, Kreton og Hjálpirót.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder