Innanlands

Gongur illa at vinna

Sunnvá og Martin hava beint undir 200.000 krónur eftir at byggja restina av húsinum fyri

Sunnvá Dahl Rasmussen og Martin Høgfeldt Olsen (Mynd: André Blinkilde / TV 2)

Sunnvá Dahl Rasmussen og Martin Høgfeldt Olsen (Mynd: André Blinkilde / TV 2)

2020-10-25 22:20 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Sunnvá Dahl Rasmussen og unnustin Martin Høgfeldt Olsen, sum luttaka í Nybyggerne á danska TV2 fáa nógv rós.

Higartil eru fýra partar sendir í sjónvarpinum, men enn hevur tað ikki eydnast teimum báðum at vunnið í nøkrum av pørtunum.

Sendingin er uppbygd á tann hátt, at fýra pør innrætta hvør sítt rúm ella stað í húsinum í hvørjum parti, og kappast móti hvørjum øðrum at gera flottasta handverkið. Vinnarin í hvørjum parti fær 20.000 krónur afturat sínari kostnaðarætlan, sum byrjar á 300.000 krónum.

Og hóast Sunnvá og Martin fáa nógv rós frá dómarunum, so hevur tað enn ikki eydnast at vunnið. Higartil hava tey gjørt eitt sovirúm, gongina og grovkøk, vesi og havan.

Tey hava 198.478 krónur eftir til restina av húsinum, og harvið tveytúsund krónur fleiri enn gult hús, sum hevur fægst pengar eftir.

[object Object]Sunnvá og Martin hava bláu farvuna (Skíggjamynd: TV2 Play)

Í fimta partinum, sum verður sendur í sjónvarpinum mikudagin, men sum longu nú sæst á TV2 Play, er avbjóðingin hjá Sunnvá og Martini at gera tvey kømur upp á fimm dagar.

Í november mánað verður finala send beinleiðis, har hyggjararnir skulu kjósa ein vinnara millum eitt av teimum fýra pørunum. Vinnaraparið fær húsini, tey hava gjørt til ognar. Virðið á húsunum, sum liggja í Silkeborg, er 2,6 milliónir.

Sunnvá Dahl Rasmussen bloggar hvønn mánadag á síðuni Hús og heim, har tað ber til at fáa nærri frágreiðing um hvørt rúm. Fylg við her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder