Innanlands

Gongdin vend hjá Petur Larsen

Eftir tvey tung ár, er fíggjarliga gongdin vend. Raksturin hjá Petur Larsen er betraður munandi. Fyrra hálvár 2023 vísir eitt yvirskot, og roknað verður við, at góða gongdin heldur fram

2023-07-28 19:25 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

- Vit eru fegin um, at tiltøkini, vit hava sett í verk fyri at betra um raksturin, hava havt jaliga ávirkan, og at vit kunnu staðfesta eitt yvirskot fyri fyrra hálvár 2023. Gongdin er vend, og Petur Larsen kann aftur vísa svørt tøl á botnlinjuni. Tað sigur Hjalmar Petersen, nevndarformaður í Petur Larsen.

Fyri nøkrum árum síðani stovnsetti Petur Larsen eina menningardeild. Menningin hevur gingið væl, men hevur kravt nógva orku og kapital, og tað merkir roknskapin fyri 2022.

Í fjør summar varð avgjørt at víðka nevndina í felagnum, og síðani tá hava nevnd og leiðsla arbeitt miðvíst við at venda gongdini.

Eitt tiltak var at seta á stovn menningarfelagið Necto pf saman við Framtak, NM Holding og Enniberg. Felagið skal menna og framleiða kappingarførar flakamaskinur og nýmótans umsitingarloysnir til føroyska og altjóða marknaðin.

Vænta inntøkur frá nýmentum maskinum í 2023
Siðbundni parturin av virksemi felagsins, sum er viðlíkahald, tænastur og eykalutir til Baader maskinur, hevur fremstu raðfesting, og umsetningurin er í støðugari menning. Søla av brúktum og umvældum Baader maskinum gongur eisini væl bæði í Føroyum og uttanlands.

Menningarætlanirnar ganga eftir ætlan, og í 2023 væntar leiðslan inntøkur frá vørum, sum vit hava ment.

Roknskapurin hjá felagnum fyri 2022 vísti eitt undirskot á tkr. 9.489, og fíggjarstøðan hin 31. desember vísti eina negativa eginogn á tkr. 760.

Hálvársroknskapurin fyri 2023 vísir 400.000 krónur í avlopi áðrenn skatt. Nevnd og stjórn vænta eitt nøktandi úrslit fyri 2023.

Viðskiftafólk, veitarar, starvsfólk og fíggingarstovnar hava víst trúfesti og stóra vælvild í sambandi við umskipanina av felagnum.

Umframt Hjalmar Petersen nevndarformann, sita Ben Arabo, Andras Róin, Jens Poulsen, Atli Larsen og Rógvi Róin í nevndini hjá Petur Larsen.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder