Innanlands

Góðir 850 metrar eftir at bora

9.931 av 10.785 metrum eru nú boraðir í Sandoyartunnlinum – Í farnu viku vórðu 126 metrar boraðir

Traðardalur (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Traðardalur (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-10-12 15:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í farnu viku vórðu 126 metrar boraðir í Sandoyartunnlinum. Í Traðardali vórðu boraðir 40 metrar, og á Gomlurætt vórðu boraðir 86 metrar.

Tilsamans eru nú 9.931 metrar boraðir av 10.785 metrum, og sostatt eru nú bert 854 metrar eftir at bora, skrivar tunnilsfelagið á Facebook.

Í Traðardali eru boraðir 5.279 metrar, og á Gomlurætt eru nú boraðir 4.652 metrar.

Boringin í Traðardali byrjaði 27. juni 2019, og boringin á Gomlurætt byrjaði 14. august sama árið. Eftir ætlan verður tunnilin liðugur í 2023.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder