Innanlands

Góðir 3.500 metrar eftir at bora

102 metrar vórðu boraðir í Sandoyartunlinum í síðstu viku

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2021-02-16 21:41 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nú eru 7.257 metrar av Sandoyartunlinum boraðir. Sandoyartunnilin verður 10.785 metrar langur og tí eru nú góðir 3.500 metrar eftir at bora.

Í síðstu viku vóru 102 metrar boraðir. Sandoyarmegin, í Traðardali, vóru boraðir 61 metrar. Har eru nú í alt 3.887 metrar boraðir. Streymoyarmegin, á Gomlurætt, vóru boraðir 41 metrar í síðstu viku. Har eru nú í alt 3.370 metrar boraðir.

Arbeiðið byrjaði í 2018, og eftir ætlan skal Sandoyartunnilin vera liðugur í 2023, og mett verður at 300-400 bilar fara at koyra ígjøgnum tunnilin um samdøgrið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder