Innanlands

Glopp í skipanini

- Man verður snakkaður eftir munninum, siga avvarðandi hjá manni, sum fyrr í ár tók lívið av sær í donskum fongsli sum bara 22 ára gamal. KVF-dokumentarur í gjárkvøldið setti sjóneykuna á trupulleikan

Tentla Johansen (KVF)

Tentla Johansen (KVF)

2019-11-08 06:57 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Myndugleikarnir vita væl av hvat er farið fram. Man hevur sagt frá, og hevur bara ikki fingið hjálp. Vit eru blivin hótt við knívi og sovorði, men tað er ikki nokk fyrr enn man er stungin, yvirkoyrdur ella deyður.

Soleiðis varð sagt í KVF-dokumentarinum “Tóri - eitt lív á eggini” í sjónvarpinum í gjárkvøldið.

Síggj dokumentarin her

Dokumentarurin snúðu seg um Tóra, sum 22 ára gamal tók lívið av sær í einum fongsulskliva í Danmark. Hetta var tann 12. februar í ár.

Mamma Tóra doyði av krabbameini áðrenn hann varð fyltur tvey ár, og hann hevði ein sera truplan uppvøkstur. Tóri fekk tíðliga staðfest ADHD, og kom seinni út í misnýtslu av rúsevnum.

Dottin niður í millum
- Eg eri ræðuliga skuffað og ill inn á samfelagið, segði Tentla Johansen, omma Tóra, í dokumentarinum.

- Eg havi gingið og runnið á dyrnar hjá øllum og kært mína neyð, havi fingið fólk at hjálpt mær at kært mína neyð fyri meg tá eg ikki havi orkað. Og vit hava fingið "nei" allastaðni. So hava vit fingið at vita “jú vit arbeiða við sakini”. Tað fingu vit eisini at vita tá hann var 6 ár, og nú var hann 22 ár. Man verður snakkaður eftir munninum, segði hon.

Glopp
Í dokumentarinum vildi eingin taka ábyrgd av trupulleikanum, men tað varð staðfest, at hol vóru í skipanini.

- Vit koma inn í myndina og behandla tann psykiatiska problematikkin. Men her hjá okkum hava vit ikki nakað viðgerðartilboð til misbrúkið. Tann viðgerðin varð fyri nógvum árum síðani løgd til nakrar viðgerðarstovnar, sum hava ta uppgávuna, segði Tórmóður Stórá, leiðandi yvirlækni á Psykiatriska deplinum.

Frælsi á Eiði er viðgerðarstovnur fyri ungar misbrúkarar. Har vildu tey tikið Tóra inn, men hann mátti fyrst fáa hjálp at stabiliserast.

- Fólk, sum eru á hasari støðuni skulu stabiliserast, tí fleiri av rúsevnunum vóru í tablettformum eisini, og hava ógvuliga stórar bivirkningar. Og tá má man stabiliserast, áðrenn man kemur á ein viðgerðarstovn. Tað eru læknar, sum taka sær av tí, segði Martin Kúrberg í dokumentarinum.

Talan er um eitt glopp í skipanini, sigur Tórmóður Stórá.

- Tey sum hava dupultdiagnosir, ein truplan psykiatriskan problematikk og eitt misbrúk. Tá fyrigongur viðgerðin í ymsum støðum. Hugskotið er, at man samskipar ta arbeiðið millum psykiatriska depilin og viðgerðarstovnin.

- Nøkur eru øgiliga torfør at hjálpa uppá tann mátan, sigur Tórmóður Stórá.

Síggj KVF-dokumentarin her

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder