Mentan

Glasir-næmingar hyggja inn í framtíðina

Úrslitið av kreativum verkætlanum verður sýnt fram á skúlanum í dag

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2019-11-15 12:55 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Kreativiteturin hevur seinastu dagarnar blómað á Glasi: 65 flokkar og um 1.200 næmingar og lærlingar á gymnasialum miðnámi og yrkisnámi hava havt temadagar, har vanliga tímatalvan er sett úr gildi. Ístaðin er dentur lagdur á tvørfakligt samstarv og sjálvstøðugt arbeiði við temanum “Føroyar og framtíðin”.

Hvør flokkur hevur saman við tveimum lærarum lagt til rættis dagarnar, og arbeitt við ymsum evnum og ymsum úrslitum. Endamálið er – umframt at menna fakligar, persónligar og sosialar førleikar og samansjóða næmingarnar – at kagað inn í okkara felags framtíð. Hvørjum liva vit av um 30 ár? Hvussu byggja vit, eta, brúka, samskifta, arbeiða, liva, skipa okkum ... Ja, hvussu verður framtíðin?

Hvat er komið burturúr kunnu øll síggja, tá skúlin letur upp fyri almenninginum í dag millum klokkan 14 og 16. Her verða framsýningar, framførslur, upplestur, filmsbrot, tónleikur og mangt annað at síggja og hoyra.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder