Innanlands

Gistingarhúsini settu met í fjør

Høvdu yvir 14.000 fleiri gistingar í 2025 enn árið fyri, svarandi til ein vøkstur á 5,8 prosent

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2026-01-28 16:12 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroysku hotellini og gistingarhúsini hýstu 244.578 gistingar í fjør, og hetta er tað mesta nakrantíð.

Hetta vísa nýggjastu hagtølini fyri gistingar hjá Hagstovuni. Her er talan um tað, sum Hagstovan kallar fólkanætur, altso hvussu nógvar fólk tey hava gistaandi og hvussu nógvar nætur.

Talan er um eina framgongd á 5,8 prosent við tað at tey hava havt 14.144 fleiri fólkanætur í 2025 í mun til árið fyri.

Hetta var eisini 13.892 nætur fleiri enn í 2022, tá seldar vóru flest gistinatur frammanundan.

Tá gestirnir vóru flest í fjør, í juni og juli, var talan um eitt nýtslustig á 79,7 prosent í mun til samlaða kapasitetin av gistingarplássum. Tað er enn nakað frá tølunum fyri nýtsluprosentunum áðrenn stóru hotelbyggingarnar og -útbyggingarnar fyrst í 2020’unum. Í juli 2019 var nýtslustigið uppi á 91,2 prosentum, tá tað var upp á tað hægsta.

Hyggja vit at teimum einstøku mánaðunum í 2025, so vóru tað bert tveir, ið høvdu eina minking í gistinætrum í mun til árið fyri. Mars og september. Minkingin í mars var rættiliga stór, og hetta skyldast helst av páskirnar í 2024 fullu seint í mars, meðan tær í fjør vóru miðskeiðis í apríl mánaði.

Í øllum hinum mánaðunum var vøkstur í muni til árið fyri. Mest í juni, næstan 15 prosent, og – kanska óvæntað – minst vøkstur í august, bert eitt hálvt prosent.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder