Innanlands

Gist & Vist steingir hotell og matstovur

Nakrar matstovur lata upp aftur meðan aðrar stongja. Samtakið hevur í dag eisini sent fólk til hús

The Tarv í Vágsbotni verður ein av matstovunum, sum eftir ætlan letur uppaftur, sigur Johannes Jensen (Mynd: The Tarv / Facebook)

The Tarv í Vágsbotni verður ein av matstovunum, sum eftir ætlan letur uppaftur, sigur Johannes Jensen (Mynd: The Tarv / Facebook)

2020-04-30 20:22 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Gist & Vist er ein av hart raktu fyritøkunum av koronakreppuni, og hevur havt nógv fólk í ALS koronaískoytisskipanini, men nú eru fleiri koyrd til hús. Fyritøkan hevur í dag sent fólk til hús, og virksemið verður nú skert.

- Tað er greitt fyri øll, at ferðavinnan í ár er farin fyri bakka. Okkara tíðshorisontur er at vit arbeiða móti einari ferðavinnu í næsta ár. Vit skulu yvirliva til næsta ár, og fyri at yvirliva, verða vit noydd at handla nú og trimma og minka um okkara virksemið og útreiðslur so nógv sum gjørligt, so vit kunnu hava somu fyritøku aftur, tá vit koma inn í eitt nýtt summar næsta ár, segði Johannes Jensen, stjóri í Gist & Vist, við Dag & viku í kvøld.

Tað merkir at Hotel Tórshavn og Hotel Vágar lata aftur, og nakrar av matstovunum stongja. Matstovurnar við útvið-sølu halda áfram meðan Áarstova letur upp við fullari megi, og kanska Skeiva Pakkhús, Tarv og Barbara lata upp við hálvari megi.

- Meira kann eg ikki siga beint nú, men tað verður eitt skert matstovuvirksemi vit fara at hava, segði Johannes Jensen við Dag & viku.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder