Innanlands

Gimmi Olsen virkandi sóknarprestur í fleiri kirkjum

Umframt at røkja Nólsoyar kirkju og Havnar kirkju, skal Gimmi Olsen røkja Sandoyar prestagjald í hálva tíð, saman við Havsteini Klein. Hetta fram til 31. juli

Í samband við at Maria Jørðdal Niclasen nú er dómpróstur, varð søkt eftir vikari at røkja sóknarprestatænastuna hennara. Gimmi Olsen varð týskvøldið innstillaður (Mynd: folkakirkjan.fo)

Í samband við at Maria Jørðdal Niclasen nú er dómpróstur, varð søkt eftir vikari at røkja sóknarprestatænastuna hennara. Gimmi Olsen varð týskvøldið innstillaður (Mynd: folkakirkjan.fo)

2026-01-28 13:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Maria Jørðdal Niclasen varð sunnudagin 25. januar skipað í embætið sum dómpróstur.

Hon hevur seinastu árini verið sóknarprestur í Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi, og Fólkakirkjan hevur lýst eftir vikai at røkja hesa tænastuna næsta á hálva árið.

Og nú er virkandi sóknarpresturin funnin. Fólkakirkjan skrivar á heimasíðu sínari, at klaksvíkingurin Gimmi Olsen er innstillaður. Hetta var á felags kirkjuráðsfundi í gjár, 27. januar.

Tvær umsóknir vóru til kallið sum virkandi sóknarprestur.

Skal eisini virk á Sandi

Tænastan hjá nýggja dómpróstinum er galdandi fyri Nólsoyar kirkju og Havnar kirkju.

Har skal Gimmi Olsen virka í hálva tíð - men eisini skal hann vika í í Sandoyar prestagjaldi saman við verandi presti har.

- Sum eina royndarverkætlan, verður Gimmi Olsen eisini at røkja Sandoyar prestagjald í hálva tíð, saman við Havsteini Klein, sóknarpresti í Sandoyar prestagjaldi, skrivar folkakirkjan.fo.

Gimmi kemur at skipa tænastuna saman við sóknarprestunum í Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi og Sandoyar prestagjaldi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder