Innanlands

Gigni flutt í nýggj høli

Gigni er flutt í nýggj høli á Landavegnum 30 í Havn, og í hesum sambandi var móttøka í gjár

2021-09-29 09:01 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tórshavnar kommuna: Í gjár var móttøka í sambandi við, at Gigni er flutt í nýggj høli á Landavegnum 30. Heðin Mortensen, borarstjóri, helt stutta røðu í sambandi við dagin.

Borgarstjórin nevndi, at økið “fyribyrgjandi heilsufrøðitænastur” er samansett øki millum landið og kommunurnar. Galdandi lóg er frá 2005 og galdandi kunngerð frá 2007. Í nøkur ár hevur samskifti verið millum landsstýrið/Heilsumálaráðið, Gigni og TK um at fáa skipað viðurskiftini.

Í 2018 var farið undir at skipa viðurskiftini betri og í 2019 var fyrsta samstarvsskjalið gjørt millum Tórshavnar kommunu og Heilsutrygd/Gigni. Gigni liggur sum kunnugt nú undir Heilsutrygd.

Við nýggja samstarvsskjalinum varð greiðari sett upp viðvíkjandi skyldum og ábyrgdum hjá Tórshavnar kommunu og Gigni viðvíkjandi at fáa rikið økið á besta hátt - soleiðis at karmarnir, ið kommunan skal veita, eru í einari greiðari skipan, og sum ikki elvir til óneyðuga umsiting og smálutastýring frá kommunalu umsitingini.

- Í stuttum merkir tað, at Gigni fær eina rakstrarjáttan eins og aðrir kommunalir stovnar, og so kann húsast á besta hátt innanfyri tann fíggjarkarmin og galdandi regluverki fyri fíggjarstýring. Hetta hevur gingið væl, segði Heðin Mortensen.

- Dagliga virka heilsufrøðingar í Tórshavnar kommunu úti í skúlunum og í smábarna- og ráðgevingartænastuni. Í skúlunum – Skúlanum á Argjahamri, Skúlanum á Fløtum, Sankta Frans skúla, Eysturskúlanum, Hoyvíkar skúla, Skúlanum við Løgmannabreyt og Kollafjarðar skúla, hava heilsufrøðingar føst arbeiðsstøð, meðan tær hava ávísar umstøður í Nólsoyar skúla, Velbastaðar skúla og Kaldbaks skúla.

- Henda tænasta hevur stóran týdning fyri trivnaðin og menningina hjá teimum umleið 3200 skúlanæmingunum í Tórshavnar kommunu. Heilsufrøðingarnir virka í tøttum samstarvi við skúlaleiðslur og frítíðarskúlaleiðslur. Heilsufrøðingarnar hava eisini funktión í mun til trygdarnevndararbeiðið á skúlunum.

- Sjálv um heilsufrøðingarnir eru skipaðir í einum stovni fyri seg, so er soleiðis á flestu skúlum, at teir eru millum starvsfólk skúlans eins og øll hini og eru við til at tryggja, at børnini fáa góða vegleiðing og menning. Smábarnatænastan og ráðgevingin helt í mong ár til í Kristnastovu, men teir karmarnir vóru ikki nøktandi til nútíðar tørv og tænastu.

- Í fjør eydnaðist tað loksins at fáa sett henda bygningin av til endamálið. Hesin bygningurin hevur fleiri nøvn – eitt nú Ytri skúli, Guli skúli, men framyvir skal hann eita Gigni á Landavegnum 30.

- Í fyrstu atløgu skal virksemið avmarka seg til at vera í vestara enda á bygninginum, hetta tí at ætlanin er at fáa innrættað bygningin av nýggjum, bæði so at hann kann dekka verandi tørv, men eisini framtíðar tørv innan fyribyrgjandi heilsutænastur - og eisini til at kunna hýsa høvuðsskrivstovuni hjá Gigni, sum í dag er í Niels Finsensgøtu. Greiningararbeiðið til eina nýggja innrætting byrjar ætlandi í heyst.

- Nútíðin ynskir ofta tøl um ymisk viðurskifti - og ikki minst politiska skipanin ynskir tøl til betri at skilja støðuna í síni samtíð, og fyri at vita um hvørji møgulig inntriv og átøk kunnu gerast. Í samstarvsskjalinum liggur ætlan um, at Gigni skal fáa til vega hóskandi hagtøl um virksemi og leiðslu í skúlanum til vega, soleiðis at skúlaleiðslur, skúlastýrið og kommunustýrið kunnu fáa innlit í almennu viðurskiftini á skúlunum við atliti til heilsu, trivnað o.a.

- Hetta síggja vit fram til og vóna, at Heilsumálaráðið og Gigni í næstum kunnu fáa innført COSMIC ella aðra hóskandi skipan til tað endamálið. At enda vil eg ynskja Gigni góða eydnu við virkseminum í bygninginum og eg vóni, at tit fáa ment tykkara virksemi víðari á leið í hesum nýggju umstøðunum.

- Umhvørvið her á Landavegnum er nakað miðskeiðis í býi okkara, liggur lutvíst innigyrt við nógvum grønum vøkstri og góðum parkeringsviðurskiftum. Við mongu ágrýtnu starvsfólkunum í Gigni, so ivast vit ikki í, at tit fara at gera tykkara besta til at tryggja framhaldandi góðar heilsufrøðitænastur til borgarar í Tórshavnar kommunu.

- Takk fyri og bestu eydnu, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, at enda.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder