Mentan

Geytakvøldið verður 15. februar

Átta filmar eru valdir út til kvøldið – 20 filmar komu inn

(Savnsmynd: Sigmund Vang)

(Savnsmynd: Sigmund Vang)

2020-01-16 08:18 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Leygarkvøldið 15. februar verða Geytavirðislønin og Áskoðaravirðisløn Tórshavnar kommunu latnar bestu føroysku stuttfilmunum í Norðurlandahúsinum

Til áttandu filmskappingina eru komnir 20 filmar. Úr innkomnu rúgvuni hevur dómsnevndin valt 8 filmar, sum verða karmurin um Geytakvøldið í ár.

Eyðkennið fyri innkomnu filmarnar er dirvi, fjølbroytni og hugurin at ganga nýggjar eksperimenterandi leiðir.

Talan er um ymisk filmsløg, sum hvør í sínum lagi tala til ymsar málbólkar. Harumframt royna innkomnu filmarnir at náa ymisk støði í stíli, og størri dentur verður nú lagdur á sjónleikin og leikstjórnanina, eins og filmiska frásøgusnildin verður brúkt elegantari enn fyrr. Tekniskt er góðskan eisini blivin betri, og søgurar eru týðuligari, mest tí at nú verður oftari skorið inn á bein.

Úr filmsrúgvuni kann nevnast: Animatiónsfilmar, sum royna nýggj og bersøgin útrykk, eini heimildarfilmurin brúkar nýggjan frásøgumáta, fyri børnum skapa tveir vertir ein øðrvísi heim og í ár er ein sangleikur fyri fyrstu ferð komin Geytadómsnevndini í hendi.

Fyrr sóust somu evni ofta í fleiri filmum, sum komu til Geytakappingina. Nú sæst skilliga at filmsvinnan hevur fingið betri umstøður, og at hon nú hevur nøkur ár á baki.

Eins og í fjør verður vinnarin í Klippfiskakappingini sýndur og úrslit úr Nóllywood eru millum úrvaldu filmarnar.

Atgongumerkjasølan til Geytatiltakið er byrjað.

Úrvaldu filmarnir
Geytakvøldið byrjar við, at Klippfiskvinnarin 2019 verður sýndur. Talan er um filmin ”Pápar mugu ikki forstýrast” (2:35 min) hjá Jónfinn Stenberg.

Hinir átta filmarnir til eru hesir

1: Við fyrsta eygnabrá - Esther á Fjallinum 2019 - (11:30 min.)
Ein songfilmur um Hannu, ein “uppum skýggj”-glaðlynt genta. Hon elskar sítt lív og øll hon hevur rundan um seg. Men tað er eitt hon manglar - tann stóra kærleikan í sínum lívið.

2: Verkir (partur 1 av 3) - Theresa & Karina Jákupsdøtur 2019 - (23:29 min.)
Ein heimildarrøð um broytingina frá at kvinnur áttu heima, til at allar føðingar eftur fáum árum vóru fluttar inn á sjúkrahús. Vit hitta kvinnur, jarðarmøður og ein mann, sum tosa opið um teirra upplivingar rundan um føðingina.

3: Hví eru vit her? - Búi Dam & Dánjal á Neystabø 2019 - (22:00 min.)
Ein barnasendirøð, sum viðger lívsins stóru spurningarnar/trupuleikar (deyða, sorg, kærleika, einsemi, vinarlag o.a.). Í sendirøðini fylgja vit teimum báðum Dánjali og Búa, sum búgva saman í einum risa stórum húsum við nógvum rúmum.

4: Ósøgd orð - Nóllywood 2019 - (9:49 min.)
Trygvi sum er fluttur í stórbý, vendir snútan aftur móti lítli oynni har hann fyrr búði, fyri at vitja Hjalmar og systir hasara Ragnhild. Trygvi leggur tó merkis til at Ragnhild, ið fyrr var ein smæðin bygdagenta, nú er blivin til eina djarva kvinnu.

5: Trøllabeiggi - Gudmund Helmsdal 2019 - (30:00 min.)
Trøllabeiggi gongur fyri seg seinast í 1800 talinum. Røktingarmennirnar Jákup og Pætur, ið eru brøður, hava lívið á tamb búðleikast á einum garði í einum fjarskotnum dali, langt frá grannabygdini. Eitt myrkt skíggj hongur tó yvir teirra sambandi, og ósøgdu orðini kunnu fáa vanlukkuligar fylgjur.

6: The River - Atli Brix Kamban 2019 - (3:31 min.)
"The River" er ein ferð gjøgnum málningar hjá millum annað William Blake, Gustave Doré, Salvador Dali og Francisco Goya. Málningarnir eru endurteknaðir og animeraðir og broyttir til ein nýggjan kontekst. Tónleikurin er hjá orkestrinum, Fremmed.

7: Smoothie Baby - Nóllywood 2019 - (1:40 min.)
Eitt barn byrjar at gráta. Í fruktskálini eru tríggjar fruktir, ein pera, ein lime og ein súr sitrón. Tey undrast yvir hvat ljóði er, tí tey hava ikki hoyrt barnið gráta fyrr. So kemur mamman og uggar barni, so sigur hon at hon fer at gera ein lekran frukt smoothie.

8: Vit/Kenslur - Nóllywood 2019 - (13:53 min.)
Heimildarfilmurin Vit/kenslur er eitt experiment, ið snýr seg um, hvussu tað er, at tosa um kenslur millum ung í Føroyum. Tað er ein roynd við heilt fýrakantaðum rammum, ið gongur út uppá at seta fýra fremmand ung saman í eitt rúm og kanna, hvussu tey hava tað við at tosa um kenslur.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder