Innanlands

Gera túrar út á Borðuna á ólavsøku

Á ólavsøku verður møguleiki at sleppa inn í 125 ára gamla vitan á Nólsoynni

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2018-07-26 15:40 Author image
Sverri Egholm

Fyri 125 árum síðani - í 1893 - stóð Nólsoyarvitin liðugt bygdur. Ikki vitin, sum sæst úr Havn, og sum eitur Vitin á Borðuni, men eystari vitin, og sum eitur Nólsoyarvitin.

Talan eru um størsta vitan í danska kongaríkinum, og um ólavsøkuna hava fólk møguleika at síggja hann. Tað er JAB Adventure við Jákup Alberg Berg, sum skipar fyri túrunum í samstarvi við danska Søfartsstyrelsen, sum tekur sær av føroysku vitunum.

- Vit sigla ofta út á Borðuna og hyggja at millum annað vitanum, men tað er sjáldan at fólk sleppa inn í vitan, at síggja vakra bygningsverkið, greiðir Jákup Alberg frá.

Asbjørn Østerø, dagligur leiðari av vitunum í Føroyum, tekur undir við hesum.

- Tað er sjáldan, at fólk sleppa at síggja vakra bygningsverkið, sum vit halda, tað er. Og í sambandi við at tað eru 125 ár síðani, at stóri vitin á Nólsoynni varð bygdur, halda vit hetta vera ein frálíkan møguleika hjá fólki at síggja vitan, sigur Asbjørn Østerø.

Asbjørn Østerø greiðir frá

Á Borðuni eru trý hús, og tey vóru eisini bygd fyri 125 árum síðani. Húsagrundin á teimum minnir um gamla Kommunuskúlan í Havn, sum býráðið heldur til í dag, og tað eru sum skilst somu fólk, sum hava bygt.

Inni í vitanum

Sum nevnt er hetta størsti vitin í kongaríkinum, og tað er ikki smávegis, hann kostaði at byggja. Serliga er tað linsan, sum ger ljósið í vitanum størri, sum er serlig.

Linsan kostaði 80.000 krónur tá, og tey, sum hava roknað uppá tað meta tað vera eitt stað millum 20 og 30 milliónir í dag. Hon er gjørd í Frakland og vigar 4 tons.

Hon er heimsins størsta av sínum slag, og hevur 1120 gløs. Handverkið má sigast at hava verið gott, tí hetta er alt uppruna útgerð. Nærum einki er skift út í 125 ár, og linsan melur 24 tímar um samdøgrið og steðgar ongantíð.

Gera túrar á ólavsøku
Ólavsøkuaftan og ólavsøku dag verða túrar gjørdir út á Borðina. Túrarnir eru í tríggjar tímar, og verða gjørdir seinnapart. Fólkini verða sett í land í Stallinum, sum er lendingin á Borðini, og síðani verður gingið niðan til vitan og vitapassarahúsini. Tað er ein góður kilometur at ganga.

Eftir tað verður farið í vitan, og møguleiki er at sleppa inn í heimsins størstu linsu.

Um áhugi er fyri hesum, er møguligt at fleiri túrar verða gjørdir, sigur Jákup Alberg Berg frá JAB Adventure, sum stendur fyri túrunum.

Meira fæst at vita her

placeholder
placeholder