2026-08-11 07:52
Fyrrapartin í dag verður ein umfatandi venjing í at evakuera fólk hildin í Norðragøtu.
Tað er franska konsulatið, ið heldur til í Norðragøtu, sum boðar frá venjingini, sum verður hildin í sambandi við at ein fronsk fregatt vitjar í Gøtu.
Heimasíðan hjá Eysturkommunu skrivar, at tað verður stórt virksemi á havnarlagnum í Norðragøtu fyrrapartin í sambandi við, at fregattin fer at halda eina venjing í at evakuera ein hóp av fólki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald