2020-06-25 20:32
            
        
         
                
            Lendisgøturnar í kommununi hava ongantíð verið so nógv brúktar sum beint nú, og arbeiðið at fríðka um og víðka gøtukervið í kommununi heldur fram.
Hetta skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu sínari.
Í kvøld kom málið um gøtuna á út á Hvítasand á Boðanesi fyri á býráðsfundi, og farið verðu undir at gera lendisgøtuna, sum er partur av umfatandi frílendisætlanini fyri Boðanes-Hoydalar, sum varð einmælt samtykt í býráðnum 22. novembur 2017.
Gøtan er mett at kosta 350.000 krónur, sambært torshavn.fo.![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2020/06/25/gallery-thumbnail/hvitasand.jpg) Mynd: Tórshavnar kommuna
Mynd: Tórshavnar kommuna
 
                 
             
    
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald