Mentan

Gera klárt til countrybrak í Sørvági

Sørvágsbygd verður prýdd í allar besta country stíli. Country og Bluesfestivalurin verður um vikuskiftið

(Mynd: Sørvágs Country og bluesfestivalur)

(Mynd: Sørvágs Country og bluesfestivalur)

2023-06-08 14:26 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Sørvágs Country og blues festivalur verður um vikuskiftið, og í fyrireikingarnar eru í hæddini.

Pallarnir verða settir upp og prýtt verður við ymiskum øðrum, so fólk í besta countrystíli við kovboyhatti kunnu kenna seg heima.

Í gjárkvøldið varð byrjað við eldratiltakið, og í kvøld verður undirhaldstiltak fyri børn. Men í morgin byrjar brakið við tónleiki á Dungapallinum oman móti fótbóltsvøllinum og á Stakkapallinum á hugnaliga fríøkinum á Stakka.

Høvuðsnøvnini fríggjakvøldið eru Chad Brock úr USA og Kristina Bærendsen. Leygarkvøldið verða tað helst Hallur Joensen og Buddy Jewell úr USA. Og so sjálvandi fasta innslagið, Tinganest. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder