Innanlands

Gera klárt til Bústaðir á Toftum

Á økinum skulu vera 19 bústaðir til borgarar undir Almannaverkinum

(Mynd: nes.fo)

(Mynd: nes.fo)

2022-08-31 17:52 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í morgun fór felagið Pf. Falkon undir útgrevsturin í einum øki á Kneysum, beint oman fyri havnarlagið á Toftum, har ætlanin er, at Bústaðir skal byggja 19 íbúðir til borgarar, sum eru fevndir av tænastum hjá Almannaverkinum.

Nes kommuna skrivar á heimasíðu síni, at bygdaráðið beint undan summarfrítíðini samtykti eina rammuavtalu við Bústaðir.

Kommunan hevur ognað sær tveir matriklar beint sunnan fyri bygningin hjá Kris til endamálið.

- Um verkætlanin ber á mál, so keypir Bústaðir økið og byggir 18+1 íbúðir, sum eru ætlaðar til borgarar, sum eru fevndir av tænastum hjá Almannaverkinum. Eftir ætlan fer bygningurin at hava kjallara og tvær hæddir við p-plássum frammanfyri, skrivar nes.fo.

Sambært rammuavtaluni skal Nes kommuna gera økið byggibúgvið, og tað er tað arbeiðið, sum byrjaði í morgun. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder