Innanlands

Gekk skjótt at fáa fíggingina

Hjalti Kárason Djurhuus og urið “Tróndur í Gøtu”, sum hann framleiðir, fekk skjótt bein at ganga á. Á Hópfígging hevur hann longu savnað meira enn 120.000 krónur

(Mynd: Urið)

(Mynd: Urið)

2020-08-14 22:48 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Eitt samdøgur eftir, at verkætlanin varð løgd út á Hópfígging-pallin var málið rokkið, og tað veksur altsamt.

Talan er um urið “Tróndur í Gøtu”, sum Hjalti Kárason Djurhuus hevur tikið stig til.

Fyri at seta urið í framleiðslu legði hann verkætlanina á Hópfígging, og sóknaðist eftir 70.000 krónum. Men nú nærkast hann tvífalt av tí, bara tvey samdøgur eftir at verkætlanin varð løgd út. Í skrivandi stund hava fólk stuðlað við fleiri enn 120.000 krónum.

- Hugskotið til akkurat hetta urið kom í 2019 - tá byrjaði tankin um at framleiða tað fyrsta urið. Hóast urið hevur broytt skap mangan síðan tá, var tankin aftan fyri urið altíð hin sami. At framleiða eitt ur, ið fortaldi um føroyska søgu og mentan, samstundis sum tað skuldi vera einfalt og snøgt, sigur Hjalti Kárason Djurhuus.

Fyri at finna rætta tilfarið, varð millum annað urverkið framleitt í Sveis, og reimin gjørd úr italskum leðri. Eftir nógvar mánaðir við telduna, sum var nýtt at sniðgeva urið við, var tað klárt til frumframleiðslu í januar í ár. 

Tað verða einans framleidd 500 ur við navninum Tróndur í Gøtu, og hvørt urið verður merkt x/500.

Les eisini: Tróndur í Gøtu fær ur kallað upp eftir sær

placeholder
placeholder