Mentan

Gandafloytan sum barnaopera

Tað er ongantíð ov tíðliga at byrja at lurta eftir opera. Tí eru bæði framførararnir og áskoðararnir børn, tá ið Gandafloytan eftir Mozart verður sýnd í Norðurlandahúsinum leygardagin klokkan 15

2026-04-14 08:50 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Náttardrotningin, høvuðspresturin Sarastro, fuglafangarin Papageno og nógvir aðrir ævintýrligir figurar koma til lívs gjøgnum tónleikin í operuni Gandafloytan. Og hví ikki vísa børnunum figurarnar og søgur teirra? Tað ger føroyska operakompaníið Opera.fo, sum vil økja um áhugan fyri operu í Føroyum.

Birita Adela hevur umskrivað Gandafloytuna til eina stutta og livandi søgu, sum hon fer at lesa, meðan barnaljómliðið Operetturnar syngur og spælir.

Sýningin er ætlað børnum frá 3 til 11 ár. Hon verður í Norðurlandahúsinum 18. apríl klokkan 15 og er ókeypis.

Sýningin er partur av Lítlahúsi, sum er ein røð av tiltøkum í Norðurlandahúsinum, sum skal gera list og mentan atkomuligari fyri børn. Endamálið er, at børn skulu kenna seg heima og uppliva list upp á egnar fortreytir. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder