Nú hevur Edoardo Ettorre lagt seinastu hond á veggjamálningin á Eiði. Og fólk á Eiði hava veruliga tikið Edoardo og málningin til sín.
Tá børn á staðnum blivu spurd, hvat tey sóu, var svarið:
- Hatta er ein omma, sum heldur hondina framman fyri eyguni, tí sólin er so sterk. Og so liggur hon og slappar av, meðan hon minnist afturá, tá hon var barn.
Og okkurt annað barn helt tað vera eina troytta ommu, sum hevði fingið nógv ommubørn á vitjan. Og at nú orkaði omman ikki meir.
Eisini hevur onkur eldri fingið tárini fram, tí tað leiðir tankarnar aftur til teirra ommu ella langommu.
Í løtuni eru tveir veggjamálningar afturat í ger. Fylg við We Need Art á Facebook og Instagram, so fært tú alt við.
Jóhan Fríðrikur Sanderson tók myndirnar.
Sí eisini Birkblogg: Tarvafjósið ein týsdag
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald