Eitt nýtt fongsul er ávegis í Føroyum, og tað skal vera við Áir.
Sunda kommuna skrivar á heimasíðu sínari, at tilgongdin við nýggja fongslinum við Áir gongur væl, at lendisviðurskiftini við jarðareigarnar eru komin upp á pláss, og umsóknin um at broyta byggisamtyktina fyri ætlaða økið er latin kommununi.
Í sambandi við arbeiðið skipa Danmarks Fængsler og Sunda fyri kunnandi fundi í næst viku. Hetta í Leguhúsinum í Nesvík týskvøldið 16. juni klokkan 19:30.
- Umboð frá Danmarks Fængsler og Sunda kommunu leggja fram um verkætlanina, og hvat tað merkir fyri nærumhvørvið, at eitt komandi fongsul verður staðsett í kommununi. Høvið verður at seta spurningar til verkætlanina.
Aftaná fundin verður drekkamuður at fáa. Fundurin er almennur, skrivar sunda.fo.
Umboð fyri Danmarks Fængsler, sum er Kriminalforsorgin í Danmark, hevur vitjað á staðnum áður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald