Núverandi landsstýri við Beinir Johannesen sum løgmanni hevur ongar ætlanir um at sleppa ætlanini við eini ráðgevandi nýskipanarnevnd.
Tað segði hann júst nú í beinleiðis samrøðu við Árna Gregersen á FM1.
Her greiddi løgmaður frá, at hann í næstum fer at manna nýskipanarnevndina av nýggjum.
Undanfarna nevndin gavst við sínum arbeiði, tá tað gjørdist greitt, at formaðurin, Ben Arabo, fór at stilla upp til løgtingsvalið. Hann varð síðan valdur á løgting á javnaðarlistanum.
Seinni hevur eisini Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum, sagt seg úr nýskipanarnevndini.
- Vit ynskja eina nýskipanarnevnd, sum kemur við uppskotum til okkara at taka stig til. Tað er gott við eini nevnd, sum hyggur eftir almenna bygnaðinum og kemur við uppskotum um hvussu ting kunnu gerast øðrvísi, segði Beinir Johannesen, men legði tó dent á, at tað eru politikararnir, sum í síðsta enda taka avgerðirnar.
- Eg síggi fram til at fáa nýskipanarnevndina ígongd aftur og gleði meg til at síggja, hvat tey fara at koma við, segði Beinir Johannesen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald