Leygardagin setti Smyril kós móti Føroyum, eftir at hann hevði verið í dokk á Fayard skipasmiðjuni í Munkebo í Danmark í ein mánað, og í morgun er Smyril aftur at síggja á Krambatanga.
Um vikuskiftið boðaði Strandferðslan frá, at Smyril eftir ætlan fór at sigla aftur av Krambatanga klokkan 18.45 í kvøld, og at nærri kunning um hetta skuldi koma fyrrapartin í dag.
Fyri veður hevur eingin sigling verið á Suðuroyarleiðini síðan fyrrapartin í gjár, har Herjólfur III hevur røkt siglingina, meðan Smyril hevur verið í dokk. Ein onnur orsøk er eisini, at brek er komið á stabilisatorunum á Herjólfi, sum ikki hevur verið í sigling síðan fyrrapartin í gjár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald