
Í dag vitjar ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu í amerikanska høvuðsstaðnum Washington D.C., har hann skal hitta amerikanska forsetan, Donald Trump.
Netanyahu segði undan fráferð sínari sunnukvøldið, at hann er sannførdur um, at Trump kann hjálpa Ísrael við at røkka sínum málum í sambandi við samráðingarnar um vápnahvíld.
– Eg haldi avgjørt, at fundurin við Trump forseta kann hjálpa Ísrael við at røkka sínum málum við samráðingunum um vápnahvíld, sigur Netanyahu sambært Ritzau.
Samráðingarnar eru í Katar, sum saman við USA og Egyptalandi hevur meklað í stríðnum millum Ísrael og Hamas.
Netanyahu sigur, at Ísrael ikki vil góðtaka eina avtalu um vápnahvíld, sum loyvir Hamas at verða verandi í Gaza. Hann sigur, at ísraelsk semingsfólk hava fingið greið boð um at gera eina avtalu um vápnahvíld undir teimum treytunum, sum Ísrael frammanundan hevur góðkent.
– Vit vilja ikki loyva einari støðu, har eggjað verður til rán og dráp, sigur hann.
Les eisini: Samráðingar byrjaðar í Katar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald