Innanlands

Barnaverndartænastan í Norðoyggjum fingið álvarsliga átalu frá Dátueftirlitinum

Óviðkomandi skjøl vóru komin inn í millum skjølini til ein borgara, um hevði biðið um innlit – Barnaverndartænastan hevur fingið eina álvarsliga átalu og kravboð um at hava eitt tiltak fyri starvsfólkum í galdandi mannagongdum

(Savnsmynd: Dátueftirlitið)

(Savnsmynd: Dátueftirlitið)

2025-07-07 12:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Barnaverndartænastan í Norðoyggjum hevur fingið eina álvarsliga átalu frá Dátueftirlitinum.

3. juni 2025 sendi Barnaverndartænastan í Norðoyggjum eina fyribils fráboðan um eitt trygdarbrot, sum var hent í sambandi við eina umbøn um innlit.

Vikuna eftir greiddi Barnaverndartænastan í Norðoyggjum frá, at tvey starvsfólk høvdu prentað skjøl samstundis, har annað starvsfólki prentaði eitt innlit til ein borgara og hitt starvsfólkið prentaði tvær ætlanir viðvíkjandi tveimum børnum.

Starvsfólkið, ið hevði prentað innlitið, hevði ikki varnast, at óviðkomandi skjøl vóru komin inn í millum skjølini til innlitið, áðrenn innlitið var latið til borgaran. Borgarin boðar skrivliga frá trygdarbrotinum við telduposti og kom á deildina við skjølunum, og hóast fleiri starvsfólk lesa teldupostin og móttaka skjølini, varnast tey ikki álvarsemi í trygdarbrotinum og fráboðað trygdarbrotið ov seint til Dátueftirlitið uttan góða grundgeving, skrivar Dátueftirlitið.

Dátueftirlitið sigur, at Barnaverndartænastan í Norðoyggjum kundi vísa á, at tey høvdu góðar greiðar skjalfestar mannagongdir, men at tey í hesum førinum ikki høvdu fylgt mannagongdunum.

Eftir at hava viðgjørt málið, tók Dátueftirlitið avgerð um at geva Barnaverndartænastuni í Norðoyggjum eina álvarsliga átala og kravboð um at hava eitt tiltak fyri starvsfólkunum í galdandi mannagongdum.

Dátueftirlitið hevur í metingini lagt dent á, at handfaringin av trygdarbrotinum sum heild ikki hevur verið nøktandi. Tað er ikki nóg mikið at hava greiðar mannagongdir, um mann ikki fylgir teimum, og at fylgja mannagongdum er avgerandi fyri at tryggja, at ein myndugleiki lýkur krøvini í dátuverndarlógini, skrivar Dátueftirlitið.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder