2021-05-03 19:55
Skottilburðurin í Miðvági 9. desember í 2019 kemur nú fyri í rættinum, veit útvarpið í dag. Ein maður í 30-unum er ákærdur fyri drápsroynd.
Ein løgreglumaður varð raktur í høvdið, men fekk ikki stórvegis skaða. Ákærdi maðurin varð eisini sjálvur raktur av skotum frá løgregluni. Hetta vóru trý skot, og hann mátti á Ríkissjúkrahúsið at fáa viðgerð fyri løstirnar.
Málið byrjar í rættinum tann 17. mai, og fimm dagar eru settir av til málið.
Sambært Kringvarpinum sigur ákærdi maðurin seg einki minnast til hendingina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald