2025-12-23 15:11
Seinastu dagarnar hevur Atlantic Airways flogið fleiri enn 4500 fólk til Føroya til síni kæru at halda jól.
Seinasta flogfarið hesumegin jól lendi seinnapartin.
- Okkara dugnaligu og óføru starvsfólk hava eisini fingið góða hjálp frá Atlasi. Sum vit skilja tað, so er hansara yndisuppgáva at avgreið flogfør og heilsa uppá fitt børn, skrivar Atlantic Airways.
Nú verður jólafriður á flogvøllinum. Flogið verður aftur 2. jóladag. Tá loysir Norrøna eisini aftur og setur kósina móti Danmark.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald