Innanlands

Svimjihøllin í Bylgjuni innvígd 29. desember

Nú verður svimjihøllin í Runavík tikin í nýtslu. Innvígsla og rundvísing verður

(Mynd: Tórbjørn Jacobsen)

(Mynd: Tórbjørn Jacobsen)

2025-12-23 18:25 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Runavíkar kommuna bjóðar til innvígslutiltak í nýggju svimjihøllini Bylgjuni mánadagin 29. desember 2025 kl. 17. Dyrnar lata upp kl. 16:30 og inngongdin er gjøgnum ítróttarhøllina.

- Til høvið verður frumframført eitt nýtt, spennandi tónleikaverk, sum sangskrivarin og guitarleikarin, Niclas Johannesen, hevur skrivað til heiðurs fyri Bylgjuni. Verkið tekur ymiskt við úr allari kommununi og er fyri kór, blásarar, orkestur, solistar, upprópara og, ja, svimjihyl! Heili seksti tónleikarar vera á palli at framføra verkið, skrivar Runavíkar kommuna.

Framførslan av verkinum verður inni í Ítróttarhøllini í Bylgjuni. Síðani verður farið inn í nýggju svimjihøllina, har røður eru á skránni, snórurin verður kliptur og kanska okkurt óvæntað fer at henda.

[object Object](Mynd: Runavíkar kommuna)

Høvið verður at síggja hvønn krók av svimjihøllini í skipaðum rundvísingum – m.a. í kjallaranum ímillum rør, tangar og stýrisskipanir. 

Kommunan bjóðar kaffi og okkurt til børnini í Ítróttarhøllini aftaná, at almenna skráin er av.

Í Svimjihøllini eru heili 33 stig, so vit lova tær eina heita uppliving – fyri bæði likam og sál. 

Stórskermur og hátalarar verða sett upp í Ítróttarhøllini, so tú eisini kanst fylgja við hagani í tí, sum hendir í svimjihøllini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder