Sjóvar kommuna er nú farin undir at selja vinnustykki á einum nýggjum vinnuøki í Urðum fyri innan Glyvur.
Talan er um eitt øki, sum liggur oman fyri sunnara býlingin innan Glyvur. Eitt øki, ið liggur væl fyri í sambandi við Eysturoyartunnilin, bert góðar tveir kilometrar norðan fyri tunnilsmunnan.
- Vinnuøkið er vælegnað til eina fjølbroytta vinnu, og er ætlað vinnu í umhvørvisflokki 1-3, skrivar kommunan.
Faldari - Vinnuøki Innan Glyvur
Gjørdur er ein faldari, sum vísir ætlanirnar hjá Sjóvar kommunu við økinum. Vinnustykkini eru ikki matrikullerað, men verða tað so hvørt, tey verða seld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald