Innanlands

Regatta í fagrasta veðri: Omanfyri 140 bátar tilmeldaðir

Av hesum 36 árabátar og átta kajakkir

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2025-08-15 12:55 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Umstøðurnar eru framúr til regattasigling í dag. Av fagrasta veðri. Siglt verður av Eiði til Hósvíkar seinnapartin.

Væntandi verða nógvir bátar við í siglingini. Í gjár høvdu næstan 140 bátar meldað til og væntandi leggjast fleiri afturat í dag.

Av hesum eru 36 árabátar og átta kajakkir, siga fyriskipararnir.

Tað verður klokkan 14:55 at Jógvan í Skorini setur regatta, og longu klokkan 15 fara árabátarnir av Eiði. Motorbátarnir fara av Eiði hálvan tíma seinni.

Um 16:45 tíðina savnast bátarnir norðanfyri brúnna við Streymin og sigla undir hana.

Umleið klokkan 18 verður væntað, at bátarnir koma til Hósvíkar.

Út á kvøldið er livandi tónleikur, felagssangur og røða. Aftaná midnátt er dansur í bygdarhúsinum.

Sí veður fyri Hósvík her

Sí veður fyri Eiði her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder