
Hóast nógv er á skránni hetta vikuskiftið hevur seinasta samdøgrið verið stak friðarligt, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn í morgun.
Í Vági er Ljósfest, í Nólsoy er Ovastevna, og í Hósvík vóru nógv fólk savnað í sambandi við regatta. Men tað hevur gingið øgiliga friðarliga fyri seg í nátt.
Í høvuðsstaðnum var lítið av fólki í býnum, men har bleiv løgreglan boðsend at burturvísa ein persón av einum skeinkistaði, tí viðkomandi var til ampa.
Eisini varð ein bilførari í Streymoynni tikin fyri at koyra ávirkaður av rúsdrekka í nátt, men annars er einki mál skrivað.
Fríggjamorgunin var løgreglan úti og kannaði ferðsluna kring tríggjar skúlar fyri at vita, um børn eitt nú sótu røtt íbundin, og har var alt, sum tað átti at vera, sigur vaktleiðarin.
Løgreglan kannaði ferðsluna við Skúlan á Fløtum í Havn, á Skúlatrøð í Klaksvík, og við Skúlan á Argjahamri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald