Uttanlands

Søguligi fundurin liðugur - eingin avtala uppá pláss enn

Trump og Putin høvdu tíðindafund eftir toppfundin fríggjakvøldið. Einki ítøkiligt úrslit spurdist burturúr

Vladimir Putin og Donald Trump

Vladimir Putin og Donald Trump

2025-08-16 00:40 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Einki ítøkiligt úrslit spurdist burturúr toppfundinum millum amerikanska forsetan Donald Trump og russiska forsetan Vladimir Putin, sum var í Alaska í kvøld.

Men stór framstig vóru, varð sagt á tíðindafundinum eftir toppfundin í dag.

- Tað vóru nógv, nógv øki, vit vóru samdir um - tey flestu av teimum, segði Trump.

Amerikanski forsetin segði eisini, at komið varð ikki á mál.

Hann fer nú at ringja til Nato og til ukrainska forsetan, Volodomy Zelenskyj.

Putin segði á tíðindafundinum millum annað, at Russland hevur áhuga í at enda stríðnum við Ukraina.

Sí eisini: Myndir: Trump og Putin hittast í Alaska

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder