Innanlands

Øssur Egholm fekk grønu virðislønina og Eydnulundin í Nólsoy fekk grønu gávuna

Á Grøna kvøldinum í Finsen herfyri varð eisini kunngjørt, at fimm verkætlanir fáa umhvørvisstuðul frá Tórshavnar kommunu

(Myndir: Ólavur Frederiksen/Faroephoto)

(Myndir: Ólavur Frederiksen/Faroephoto)

2026-05-09 10:23 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Á sonevnda Grøna kvøldinum hósdagin varð grøna virðislønin hjá Tórshavnar kommunu og Grøna gávan frá Etika handað.

Grøna kvøldið er partur av Umhvørvisvikuni hjá Tórshavnar Kommunu, sum hevur verið hesa vikuna.

Guttormur í Skála innleiddi kvøldið, sum var í Auluni í Finsen. Tann fyrsta á skrá var Jensia Brodersen, frá Náttúruterapi, sum greiddi frá hvussu náttúran ávirkar heilsuna hjá okkum menniskju. Síðan spældi kvartettin, Vibra, nøkur løg, áðrenn virðislønirnar vóru handaðar og umhvørvisstuðulin kunngjørdur.

Grøna virðislønin og Grøna gávan
Grøna virðislønin hjá Tórshavnar kommunu varð í ár latin Øssuri Egholm.

Øssir er ein umhvørviseldsál, sum veit alt, sum er vert at vita um kompost og maðkar. Hann hevur við sínum arbeiði verið við broyta hugburð og gera mun fyri náttúruna og fyri umhvørvið, skrivar Tórshavnar kommuna.

[object Object]
(Mynd: Ólavur Frederiksen/FaroePhoto)

Grøna gávan frá Etika varð í ár latin Ednulundini í Nólsoy.

Ednulundin er fríøki Norðuri í Stongum í Nólsoy, har ein familja hevur gróðursett yvir 1000 trø, bygt skýli og skapt eitt frálíkt náttúrustað til bæði Nólsoyingar og ferðafólk.

Ednulundin er ein sonn fyrimynd fyri, hvussu vit kunnu gera ein mun fyri okkara nærumhvørvi, fyri felagsskapin, og hvussu vit kunnu leggja okkurt gott eftir okkum til okkara eftirkomarar, skrivar kommunan.

[object Object]
(Mynd: Ólavur Frederiksen/FaroePhoto)

Umhvørvisstuðulin
Náttúru- og umhvørvisnevndin í Tórshavnar kommunu hevur seinastu umleið 20 árini latið 250.000 krónur um árið í stuðli til verkætlanir innan umhvørvi. Hesar verkætlanirnar hava verið við til at menna vitanina um umhvørvið.

Í ár komu 24 umsóknir um umhvørvisstuðul, og fimm umsóknir fingu stuðul.

Verkætlanirnar, sum hava fingið stuðul, eru:

  • Felags vakstrarhús og kompostskipan á Norðasta Horni.
  • Vakstrartunnil - Felagsveltan á Velbastað
  • Skúlahøsnagarður í Lítlaskúla
  • Eplavelting í Kollafirði
  • Stuttfilmurin: Drunnhvíti – eitt loyndarfult lív millum bjørg og brim


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder