Innanlands

Nýggj goymsluhøll á flogvøllinum reist

Flaggað verður við flogvøllin, nú J&K Petersen hevur reist goymsluhøll innanfyri flogvallarøkið

(Mynd: J&K Petersen)

(Mynd: J&K Petersen)

2026-02-19 15:52 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í dag verður flaggað við flogvøllin, nú J&K Petersen hevur reist goymsluhøll innanfyri flogvallarøkið.

Flogvøllurin verður útbygdur vestureftir, og tørvur er tískil á meira goymsluplássi. J&K Petersen hevur staðið fyri at byggja eina stálhøll á 600 fermetrar beint vestanfyri gamla terminalin. Høllin er reist í dag.

Í næstum verður høllin innilokað, og skal hon standa klár til nýtslu fyrst í apríl mánaði.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder