Mentan

- Um eg ikki vinni Mr. Paradise er okkurt heilt galið

- So er okkurt kurrupt, sigur sjarmørurin úr Sandavági. Teresa verður syft sum ein vøttur

(Mynd: Viaplay)

(Mynd: Viaplay)

2026-02-18 21:32 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Mr. Paradise skal finnast hesa vikuna, og tað hevur við sær eitt sonevnt catwalk frá dreingjunum í dagsins parti.

Og hjá sandavágsmanninum er sjálváslitið í lagið. Hann heldur seg sjálvandi eiga at vinna kappingina, sum er á hvørjum árið.

- Um eg ikki vinni Mr. Paradise er okkurt heilt galið. So er okkurt kurrupt, sigur Karl Weihe áðrenn kappingin veruliga ferð í gongd.

(Upptøka: Viaplay)

Men tað er ikki bara catwalk, sum tað snýr seg um. Kappingin varð skotin í gongd í síðstu viku, og tá vóru myndir tiknar. Tær telja eisini við hjá dómsnevndini, sum altso er mannað av gentunum á hotellunum. Harumframt fáa dreingirnir í dagsins parti boð um, at teir skulu fríggja til ein av gentunum fyri at vísa sína romantisku síðu.

[object Object]Karl fríggjar til partnaran, Nikoline (Mynd: Viaplay)

[object Object]Verturin Rikke Gøransson vísir myndina av Karli (Mynd: Viaplay) 

Undir catwalkinum, mótasýningini, har dreingirnir ganga tveir og tveir, verða tvær av gentunum tiknar út á gólvið. Karl Weihe tekur partnara sín, Nikoline út á gólvið og gevur henni ein svingom. Viktor sum gongur "catwalk" saman við Karl Weihe, tekur Teresu Ovenberg út á gólvið. Hon verður syft runt, men tykist ógvuliga væl nøgd við handfaringina.

[object Object]Tað byrjar róligt... (Mynd: Viaplay)

[object Object]Men so vera tær báðar lagdar niður á gólv... (Mynd: Viaplay)

[object Object](Mynd: Viaplay)

Hvør strýkur avstað við heitinum sum Mr. Paradise fekst ikki at vita í partinum í dag. Sum ikki einaferð, má tann spenningurin halda sær til í morgin.

Paradise Hotel sæst á Viaplay og nýggir partar koma út týsdag, mikudag og hósdag.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder