Innanlands

Roysningurin er rýmdur aftur

Fór úr Vági í morgun, eftir at hann hevði hildið til har í eitt stórt samdøgur

Her liggur hann og slappar av - nú er roysningurin farin á sjógv aftur (Mynd: Bárður Augustinussen)

Her liggur hann og slappar av - nú er roysningurin farin á sjógv aftur (Mynd: Bárður Augustinussen)

2026-02-19 13:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Teir hava tíðarskeið, har teir leggja seg upp á land. Tað kann vera, at hann fer at verða har eina tíð - Tað kann vera, at hann fer skjótt avstað aftur.

Soleiðis segði Bjarni Mikkelsen, lívfrøðingur á Havstovuni, í tíðindunum á FM1 í gjár. Hann tosaði um roysningin, sum kom upp á land í Vági í gjár, og á roysningar sum heild.

Les eisini: Roysningur komin upp á land í Vági

Hoyr samrøðuna við Bjarna Mikkelsen her

[object Object]
Mynd: Bárður Augustinussen

Hesin roysningurin, sum sá gamal og partvíst særdur út, kom upp á land á Gørðunum í Vági tíðliga mikumorgunin. 

Tíðliga hósmorgunin sást hann fara út á Vágsfirð aftur: Roysningurin er farin. Hetta skrivar in.fo.

Harvið helt roysningurin til í Vági, til mikið forvitni hjá fólki, í eitt stórt samdøgur. Sí fleiri myndir hjá Bárði Augustinussen á leinkjuni niðanfyri.

Myndir: Sjáldsami gesturin í Vági

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder