Uttanlands

Myndir: Trump og Putin hittast í Alaska

Teir báðir forsetarnir hittust fyrr í kvøld á reyðari langmáttu á herstøð í Alaska

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2025-08-15 23:27 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Søguligar myndir at síggja í kvøld. Fyrr í kvøld hittust teir báðir forsetarnir Donald Trump og Vladimir Putin á reyðari langmáttu á flogvølli í Alaska.

Eftir, at teir høvdu tikið í hondina á hvørjum øðrum fóru teir avstað í sama bili - bili hjá amerikanska forsetanum.

Hetta var á Elmendorf-Richardson herstøðini í størsta býnum í Alaska, Anchorage.

Og seinastu tímarnar hava tingingar verið um kríggið í Ukraina.

Væntandi verður ein tíðindafundur eftir fundin millum forsetarnar. Hetta verður einaferð í nátt føroyska tíð.

Sí søguligu myndirnar frá EPA myndatænastuni:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder