Innanlands

Myndir: Silja Strøm hevur sniðgivið Kærleikskúluna 2025

Fyrrapartin varð ársins Kærleikskúla avdúkað, og FK fekk fyrsta eintakið

2025-11-27 13:14 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrrapartin varð Kærleikakskúlan 2025 avdúkað á Listasavni Føroya.

Tað er Silja Strøm, listakvinna, ið hevur sniðgivið Kærleikskúluna 2025, og hon sigur soleiðis um ársins kærleikskúlu:

– At mála er sum at royna at minnast fyrstu ferð, likamið nart við vatnið – veingjaleyst, flákrandi, livandi. Fødd á oyggjum, ment í býum, beri eg bæði einsemi og larm í penslinum. Likamsmyndir stíga fram, hálvir formar loysast upp í liti. Kroppar, mynstur, látur og skuggar. Myndirnar bera rørslu sum anda, bæði milda og ótamda, hvør strok er ein roynd at halda fast.

Fyrsta eintak av Kærleikskúluni verður handað onkrum, ið hevur gjørt lívið eitt sindur lættari hjá øðrum á eitt nú arbeiðsmarknaðinum, og í ár var tað FK, sum fekk handað fyrsta eintak av Kærleikskúluni.

Í tilnevnigini verður sagt um Føroya Keypssamtøku, at Dugni í nógv ár hevur havt eitt gott samstarv við FK, og at tey altíð hava verið opin fyri samstarvi.

Tað var Jan Djurholm, deildarstjóri í FK, ið fekk handað fyrsta eintak av
kærleikskúluni 2025.

Hetta er seytjanda ferðin, at Dugni letur Kærleikskúlu gera.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder