Føroya Banka-savnið hevur júst keypt fýra málningar eftir listamannin Jens Dam Ziska, boðar savnið frá í tíðindaskrivi.
Jens Dam Ziska (f. 1982) er føddur og uppvaksin í Tórshavn og sýndi fyrstu ferð fram á várframsýningini í 2002. Síðan tá hevur hann sýnt fram á fleiri bólka- og einstaklingaframsýningum bæði í Føroyum og uttanlands.
Jens Dam Ziska hevur MFA útbúgving í málningalist frá UCLA í Los Angeles og hevur harumframt skrivað doktararitgerð í heimspeki á University of Oxford. Árini 2017-2019 starvaðist hann sum postdoc-granskari á Kunstakademie Düsseldorf, har hann undirvísti í fagurfrøði og granskaði málningalist. Síðani 2019 hevur Jens Dam Ziska undirvíst á Fróðskaparsetri Føroya.
![]()
Jens Dam Ziska hevur í hesum døgum hevur soloframsýning við heitinum Eftirmyndir á Listasavni Føroya. Talan er um fyrstu savnsframsýning hjá listamanninum.
![]()
Málningarnir á hesi framsýningini lýsa ikki eina hending í sjálvum sær, men heldur eftirlívið frá eini hending, goymdar veruleikar, gloymdar søgur, og hvussu tann metafysiski heimurin kann ávirka upplivingina av einum staði.
Meðan summir av málningunum eru nærum non-figurativir, eru aðrir hinvegin abstraktiónir av motivum og lutum, ið hómast aftur í myndini, og sum áskoðarin kennur aftur úr gerandislívinum. Verkini eru afturljóð av tí ósædda og endurgeva tað, sum var - eftirmyndirnar, ið hava fest seg handan eygnalokini, eitt markamót millum tað, ið er eygleitt, og tað, ið er ímyndað. Eitt slag av rannsakan av minninum og tí persónligu upplivingini, har veruleiki og tulking renna saman.
![]()
Sjálvsognarstovnurin Føroya Banka-savnið hevur í fimm ár fingið dyggan stuðul frá Føroya Banka til keyp av føroyskari samtíðarlist. Hesi fimm árini hevur stuðulin verið 750.000 krónur, og hevur savnið keypt 47 listaverk frá níggju listafólkum, sum ikki vóru í savninum áður.
![]()
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald