Síðan hjúnini Óli og Ann-Dorith Nattestad úr ávikavist Skálavík og Skopun, búsitandi í Hirtshals, keyptu Sandoy Seafood fyri eina krónu fyri afturfyri at taka yvir skuldina í virkinum, hava tey brúkt einar 25 milliónir krónur til at umvæla og nútímansgera virkið.
Aftur fyri hava upp móti 60 fólk á Sandoynni havt rímiliga støðugt arbeiði á virkinum á havnalagnum í Skopum við at virka tosk, upsa og hýsu, sum í stóran mun verður keyptur frystur úr Noregi ella frá frystitrolaranum Akrabergi.
Óli Nattestad væntar ikki at fáa fíggjarligan vinning fyri íløguna. Endamálið er at varðveita arbeiðsplássini í oynni og fáa felagið at hvíla í sær sjálvum.
Les longri grein í Blaðnum Vikuskifti í dag
Í gjár var myndamaðurin Jens Kr. Vang á vitjan á virkinum í Skopun
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald