
Sunnukvøldið byrjaðu samráðingar um eina møguliga avtalu um vápnahvíld í Gaza.
Samráðingarnar verða hildnar í Katar, sum saman við Egyptalandi og USA hevur meklað í stríðnum millum Ísrael og Hamas.
– Samráðingarnar snúgva seg um, hvussu vit seta avtaluna í verk, og hvussu gíslarnir verða býttir, sigur eitt ónevnt palestinskt embætisfólk.
Samráðingarnar byrjaðu umleið klokkan 19.30 okkara tíð, og tíðliga í nátt boðaðu palestinsk embætisfólk frá, fyrsta umfar av samráðingunum var av uttan at stór framstig vórðu gjørd.
Sambært palestinsku keldunum er orsøkin, at ísraelsk embætisfólk ikki hava neyðuga heimildina til at gera eina avtalu við Hamas.
Hamas krevur m.a., at samráðingarnar um eina varandi vápnahvíld halda fram, til ein avtala er gjørd. Eisini vil Hamas hava latið upp fyri veiting av neyðhjálp til Gaza, og at Ísraelski herurin tekur seg aftur. Hesi krøv eru tó ikki fallin í góða jørð hjá Ísrael.
Les eisini: Netanyahu: Kunnu ikki góðtaka broytingar hjá Hamas í uppskoti um vápnahvíld
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald