
Lagið í Vágsbotni er vorið betri og betri, og klokkan 21 kom Eivør við sínari gendakenda tónleiki og vøkru rødd.
- Tað er alt ov langt síðani, at eg havi spælt á Tórsfest...tit eru fantastisk.
Hetta segði gøtukvinnan stutt áðrenn, hon gav orðið víðari til Sámal Ravsfjall, sum við "1001 nátt" heiðraði Jóan Jakku Guttesen saman við fjøldini. Ein vøkur løta
Kristina Bærentsen hevði frammanundan staðið fyri einum fríksligum og góðum føroyskum íkasti.
Seinastu tveir tímarnir hava donsk nøvn, sum serliga vóru frammi í 1990'unum og inn í 2000'ini hildið gott lív í: Fyrst tær fýra lívligu songkvinnurnar í Poptøz og síðani bólkurin Dizzy Mizz Lizzy, sum vísti seg at vera í góðum formi.
Sí myndir niðanfyri sum Jens Kr. Vang hevur tikið
Sí eisini: Tórsfest skotið í gongd (Myndir)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald