
Nógv fólk fóru í býnum í nátt í sambandi við at stóra tónleikatiltakið Tórsfest var í Vágsbotni.
Frá løgregluni frætta vit, at óvanliga nógv drukkin fólk vóru í býnum, og tíverri vóru flestu teirra heilt ung fólk.
- Vit hava einki álvarsmál havt á skránni, men vit hava havt óvanliga nógv at gera við at taka okkum av fullum og avdodnum ungdómi. Fleiri teirra eru koyrd heim. Men eg skal eisini rósa samarittunum hjá Reyða Krossi fyri at hava gjørt eitt stórt og gagnligt arbeiði í sambandi við Tórsfestina, sigur vaktleiðarin hjá løgregluni.
Ein maður verður skuldsettur fyri brot á skilhaldsreglurnar. Tað var í sambandi við, at maðurin vildi inn á festivalin. Hann hevði atgongumerki, men hevði ikki fingið skaffað sær armband, sum krevst fyri at sleppa inn. Maðurin gjørdist ómøguligur, og løgreglan mátti traðka til, upplýsir vaktleiðarin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald