Innanlands

Nýtt føroyskt vodka á hillunum

Eitt nýtt vodka frá føroyska felagnum, 62Nordic Spirits, er klárt til ólavsøkuna. Tað er famleitt við lopransvatni

(Mynd: 62Nordic Spirits)

(Mynd: 62Nordic Spirits)

2025-07-25 12:02 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Einki er spart, hvørki viðvíkjandi fløsku ella innihaldi.

Fløskan er eyðkend við føroysku tjóðarlitunum, bindimynstri og við myndum inni í av lunda, kópakonuni og drangunum í Vágum. Drykkurin er framleiddur úr vatni úr Lopra, ið gevur ein rundan smakk og egnar seg sera væl til durasnaps ella kokkteylar.

Vøran er júst komin á hillarnar í Rúsuni, Duty Free í Vágum og umborð á Nørrunu.

Móttøkan hevur verið góð í Føroyum, og áhugi hevur eisini verið uttanlands, sigur 62Nordic Spirits.

- Móttøkan og vælvildin, vit hava fingið í Føroyum, gevur okkum dirvi og treysti til at arbeiða víðari við sambondunum, vit hava úti í heimi. Vit síggja góðar møguleikar fyri at víðarimenna og útflyta hesa vøru,  sigur Valborg Jensen er stjóri á 62Nordic Spirits.

62 Nordic Premium Vodka er 40 prosent í styrki.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder