Innanlands

Javnaðarflokkurin vil hava øll við - og sum so halda fram við sama lag

Tað varð heldur langdrigið hjá løgmanni og formanninum í flokkinum, sum var størstur á seinasta løgtingsvali. Javnaðarflokkurin leggur millum annað dent á tey ungu og á bústaðarsstøðuna - sí myndir úr Javnaðarhúsinum

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2026-03-13 19:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Nú eri eg næstan liðugur. Tað tók eina løtu.

Jú, tað er rætt, harra løgmaður. Har valskrá-framløgan hjá bróðursoninum, formanni Fólkafloksins mánadagin, var heldur stutt, var tann hjá Akseli V. Johannesen dekan ov long.

Formaðurin hjá Javnaðarflokkinum legði valskránna til løgtingsvalið fram í omanfyri ein hálvan tíma. Nøkur vallyfti vóru, og samgonguleiðarin lovaði, at hansara flokkur fer at vera meira erligur enn aðrir. - Veljarin má vita, hvat hann fer inn til.

Javnaðarpolitikkur, sum fleiri hava eftirlýst í skjótt farna valskeiði, var at hoyra: Allir samfelagsbólkar og øll øki í landinum. Slagorðið er eisini "Øll skulu við".

- Vit skulu hava progresivvan partafelagsskatt, har lítlar fyritøkur rinda minni enn størri og seta fulla ferð á grøna umhvørvi. Nú kenni eg ikki til allar barsilsskipanir í heiminum, men vit munnu hava tí bestu – og hon skal gerast betri.

So er, hvat verður framt. Men húst tað at fáa barnafamiljur og tey ungu við, var frammi eina góða løtu í trongu hølunum í Javnaðarhúsinum. Her varð millum annað víst á, at løn heldur enn lestrarstuðul skal gevast til lesandi í nøkrum førum, og at man skal byggja nógv fleiri og hóskandi bústaðir: Smærri og bíligari.

Annars stendur á heldur margháttiligan hátt í valskrá Javnaðarfloksins, at Suðuroyartunnilin skal gerast – um tað er fíggjarliga ráðiligt.

Hoyr formannin, sum hevur verið verji fyri stóru ætlanini, greiða frá hesi orðing og seta orð á nýggju veljarakanningina her: Løgmaður: - Nú vænti eg sjey tinglimir og vóni átta í besta føri

Sí eisini: Veljarakanning: Samgongan vinnur inn - Fólkafklokkurin av álvara mist framburðin

Annnars var kanska í heldur stóran mun víst á – og reypa um – tað sum Javnaðarflokkurin hevur megnað seinastu árini. Í løtum tyktiskt hetta sum ein innanhýsis fundur hjá flokkinum, sum var størstur til seinasta val: Eisini tá Sjúrður Skaale aftaná á sín egna hátt legði fólkatingsvalskránna fram.

Aksel V. Johannesen vísti á, at hóast flokkurin og samgongan hava fingið nógvar atfinningar, so "hevur man stýrt væl fíggjarliga". Hetta tí at nú sær javnvág út til at koma í – og hetta millum annað við at tálma útreiðslunum í ávísan mun. Vantandi makrelkvotur og lægri laksaprísur fingu síðani part av skuldini fyri keðiligu gongdina eitt tíðarskeið.

Javnaðarflokkurin hevur 29 valevni til løgtingsvalið: 15 menn og 14 kvinnur. Sí alla vakskránna her 

Listin yvir valevni - til bæði valini - er ovast á j.fo

Sí eisini: Í Javnaðarflokkinum stillavalevni barra upp til eitt val

Sí myndir, sum Sverri Egholm tók í Javnaðarhúsinum í Havn, í dag her











placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder