Innanlands

Fólkatingsvalið: Bendir á Sjúrð og Annu aftur

72 prosent ætla heilt vist á val tveir dagar áðrenn løgtingsvalið, og 88 prosent av teimum spurdu fara mest sannlíkt. Alt bendir á, at Anna Falkenberg og Sjúrður Skaale endurvinna sessirnar - risastór undirtøka er fyri síðstnevnda, vísir veljarakanning

Sjúrður Skaale sær út til at gerast stóri sigursharrin 24. mars, og nógv skal til, um Anna Falkenberg og Sambandsflokkurin fella (Mynd: Sverri Egholm)

Sjúrður Skaale sær út til at gerast stóri sigursharrin 24. mars, og nógv skal til, um Anna Falkenberg og Sambandsflokkurin fella (Mynd: Sverri Egholm)

2026-03-13 14:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Anna Falkenberg og Sambandsflokkurin hava eina lítla afturgongd, í mun til fólkatingsvalið 2022 (28 prosent í mun til 30,2 prosent), meðan Sjúrður Skaale og Javnaðarflokkurin síggja út til at vinna stórsigur.

37,7 prosent av teimum 700, sum í gjár svaraðu Spyr.fo-kanning fyri Portalin/FM1 og Kringvarpið, ætla at peika á Lista C á Fólkatingsvalinum 24. mars. Hetta er ein vøkstur upp á nærum tíggju prosent, í mun til úrslitið í november 2022.

Framsókn stillar ikki upp, Tjóðveldi vónar eisini, at hetta er seinasta fólkatingsvalið, og Fólkaflokkurin er eisini langt frá fólkatinginum: Sambandsflokkurin hevur tvífalt so nógva undirtøku sum Tjóðveldi og Fólkaflokkurin í fólkatingskanningini, sum varð gjørd í gjár.

Sjúrður stóri sigursharrin

At Sjúrður Skaale bert stillar upp til Fólkatingsvalið, og at tað er linjan í Javnaðarflokkinum, sær ut til at vera sligið ígjøgnum. Tað man arbeiði og retorikkurin hjá roynda fólkatingsmanninum eisini verða, tí stór framgongd sæst.

Í roynd og veru er Javnaðarflokkurin nærri við at fáa fólkatingslim nummar tvey, enn teir flestu flokkarnir eru at fáa ein inn.

Størri áhugi enn væntað

At fólkatingsvalið liggur tveir dagar áðrenn løgtingsvalið kann ávirka.

Politiskir viðmerkjarar hava borið fram, at hetta kann fara at gera, at valluttøkan 24. mars verður væl lægri enn áður.

Valluttøkan til fólkatingsval sveiggjar nógv, men sambært nýggjastu Spyr-kanningini fara fleiri á val í ár enn í 2022. 

72 prosent av teimum 700, sum svaraðu í gjár, siga seg "fyri heilt vist" fara. 

Á einum skala frá 1 til 5 liggja 16 prosent afturat innanfyri tey, sum mest sannlíkt ella kanska fara. Harvið kann valluttøkan væl tátta í ella fara uppum 80 prosent.

Á fólkatingsvalinum í 2022 var vallutøkan 71,3 prosent.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder