Innanlands

Íslendsk forsetavitjan í Klaksvík

Halla Tómasdóttir og maður hennara vitjaðu býráðshúsið, Varpið, róðrarneystið og Rótina. Sí nakrar myndir her

Íslendsku forsetahjúnini saman við føroysku løgmanshjúnunum (Mynd: klaksvik.fo)

Íslendsku forsetahjúnini saman við føroysku løgmanshjúnunum (Mynd: klaksvik.fo)

2026-06-24 15:47 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár, týsdagin 23. juni, vitjaðu íslendski forsetin, Halla Tómasdóttir, og maður hennara, Bjørn Skúlason, í Klaksvík.

Tey eru á almennari vitjan í Føroyum í hesum døgum, har løgmaður og frú eru vertir. 

Uttanfyri býráðshúsið tóku Karl Johansen, borgarstjóri, og býráðslimir ímóti gestunum.

Síðani varð vitjað í Varpinum og hjá Edvardi Fuglø. Haðan gekk leiðin við Klaksvíkingi til róðrarneystið, har nevndarforkvinnan, Sonja Kjælbro, greiddi frá, áðrenn farið varð í Rótina.

At enda var Klaksvíkar kommuna vertur fyri einum døgurða í Rótini, har røður og tónleikaframførslur vóru á skránni.

Sí myndir hjá Klaksvíkar kommunu niðanfyri: 
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder